Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

David Silva hevur verið ein av bestu leikarunum hjá Manchester City hesa sesongini, men uttanfyri vøllin hevur ikki alt verið so gott.

VG skrivar at nýføddi sonur hansara var føddur alt ov tíðliga og hevur stríðst at yvirliva.

Tað hevur ikki verið so nógv at lesa um lítla Mateo síðani hann var føddur fyrst í hesum árinum, men tá ið Manchester City hevði vunnið meistaraheitið seinnapartin í dag, sítt fimta, legði tann kreativi miðvallaleikarin út eina rørandi mynd á Twitter.

Og helst vísur myndin, at tað gongst tí fáar mánaðir gamla Mateo betri nú. Hann eigur eitt so fitt smíl til stolta pápan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo