Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Undan dystinum í kvøld millum Tottenham og West Bromwich hevði heimaliðið átta stig upp til Leicester sum vann móti Swansea í gjár.

Fær foxes fimm stig teir komandi tríggjar dystirnar, vinna teir enska gullið.

So Spurs skuldi hava ein sigur í dystinum í kvøld til tess framhaldandi at vera við í kappingini um ligagullið.

Men dysturin endaði javnur 1-1.

Fyrst skoraði Craig Dawson eitt sjálvmál við búkinum, og tá ið 18 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini setti hann bóltin í netið frá einum hornasparki.

Við javnleikinum í kvøld eru sjey stig upp til Leicester, og tríggir dystir eftir. Hetta merkir at um Leicester vinnur ein av sínum trimum seinastu dystum, vinnur Leicester ensku Premier League.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo