Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Innlendis ítróttur

29 ára gamli Kasper Klarskov Nielsen verður ein av venjarunum sum genturnar á Pro Camp 2018 fáa gleði av. Kasper arbeiðir dagliga við gentuleikarunum á ítróttar eftirskúlanum KIES. '

Umframt hetta so er hann eisini í starvi hjá DBU sum talentvenjari. Hansara ábyrgdarøki er U14 gentur sum venja á talentcenter vest á Sjællandi. Hann hevur UEFA A venjaraútbúgving.

- Tað hevur verið týdningarmikið fyri okkum at finna ein venjara sum hevur royndir innan gentufótbólt á hægsta stigi. Ì Kasper hava vit fingið ein sera dugnaligan venjara sum veruliga brennir fyri at útvikla kvinnufótbóltin.

- Kvalitetur er lyklaorð hjá okkum og við at fáa Kasper í venjaratoymi so tryggja vit okkum at genturnar fáa venjingar við høgum kvaliteti.

- Kasper verður tó ikki einsamallur um at venja genturnar. Komandi tíðina fara vit at seta nøvn á enn fleiri venjarar sum koma at vera rundun um genturnar, sigur B36.

Stuðla Pro Camp 2018 hava Rørtænastan og Bakkafrost.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo