List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Kevin De Bruyne er rætti maðurin til tær stóru avbjóðingarnar og móti Tottenham spældi belgiarin við Tottenham-leikararnar.

Eftir 70 minuttir dansaði hann inn í netið við bóltinum og skjeyt eitt prosjektil sum ein annars góður Spurs-málverji Hugo Lloris ikkikki megnaði at halda. 

Harumframt skaffaði belgiarin eitt brotsspark, tá ið hann var feldur av Jan Vertonghen, men Gabriel Jesus rakti bert stongina. 

So setti hann í gongd eitt álop sum Raheem Sterling økti til 3-0, tá ið hann vann bóltin frá Moussa Dembélé.

Og dysturin endaði við einum 4-1 sigri til Manchester City, sum nú er 14 stig frammanfyri Manchester United.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo