Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir dekkara til havrannsóknarskipið Magnus Heinason at byrja 7. mars 2018.

Tann, ið settur verður, skal hava heilsuváttan fyri sjófólk og trygdarskeið. Umframt skal hann hava góð samstarvsevni og vera røkin.

Tað er ein fyrimunur at hava góðan kunnleika til trolreiðskap.

Lønar- og setanartreytir eru sbrt. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri fæst at vita um starvið hjá Erling í Liða, reiðara (tlf. 35 39 00, t-post: erlingl@hav.fo).

Umsóknarfreistin er 25. februar 2018.

krivligar umsóknir við viðmælum ella líknandi skulu sendast Havstovuni:

Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn

ella teldupost: hav(at)hav.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo