Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Vinna

Menningarkvota skal avreiðast til virkið, sum hevur fingið hana og ikki til annað virki sum gjørt var við sildina hjá Delta Seafood.

Tí hevur virkið fingið eina átalu frá Fiskimálaráðnum, so  ikki tað sama hendur við makrelinum og svartkjaftinum.

VP spurdi eisini Vestmanna Seafood, um átala er komin frá Fiskimálaráðnum, men stjórin Eyðun Olsen sigur, at eingin grund er til tað, tí einki er at finnast at hjá Vestmanna Seafood.

Fiskimálaráðið sendi trimum feløgum ætlanarskriv, har millum annað Delta Seafood var eitt av teimum, men ístaðin fyri at taka loyvið um menningarkvotu aftur frá Delta Seafood, gjørdist tað til eina átalu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo