Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Í gjárkvøldið prátaðu trý fólk í okkara sjónvarpi um demenssjúku, sum líðandi kann gera vart við seg næstan uttan mun til aldur. 

Sum frá leið, gjørdist tað drúgva prátið meira og meira løgið og óskiljandi og óhugnaligt og kensluleyst.

Vit, ið lurtaðu, hugsaðu bilsin: words, words, words!

Í framkomnum londum verður alt gjørt fyri at upplýsa og hjálpa, har demens er farið at pikka upp á dyrnar. 

Fyri fáum árum síðani tóku nøkur fólk í Havn lógvatak saman og stovnaðu Alzheimerfelagið. Tey gingu húsagongd fyri at útvega neyðugan pening. Tað hilnaðist væl. Fyri einari tíð síðani  legði ein einsamallur maður í Klaksvík rygg til tiltak, sum útvegaði Alzheimerfelagnum so mikið av peningi, at felagið nú hevur sett lønt starvsfólk til neyðugt arbeiði í nakrar mánaðir. Um felagið skal yvirliva.

Slíkt fjálgar.

Sum kunnugt verður okkara Heilsu- og almannaverk í stóran mun fíggjað úr ríkiskassanum við donskum/føroyskum lógum. Í onkrum føri 100% og øðrum 50% alt eftir, hvussu fólkatingið og løgtingið hava lóggivið.

Viðvíkjandi demenssjúkum stendur Heilsustjórnin (Sundhedsstyrelsen) í Keypmannahavn fyri útbúgving og góðskukunnleika av: heilsu- og lívsstíli, læru um farmakoterapi, útbúgving í ráðlegging v.m.

Prátið í sjónvarpinum í gjárkvøldið avdúkaði, at Florence-Nightengale-virksemi ongan góðan hevur  á tí politiska økinum í Føroyum, tá ið demenssjúka pikkar upp á dyrnar. Hetta var óhugnin í prátinum í gjárkvøldið.

Til okkara høga løgting: 

Játtið neyðugan pening til útbúgving av trimum skikkaðum heilsufrøðingum á dementsøkinum við vegleiðing frá Heilsustjórnini (Sundhedsstyrelsen) í Keypmannahavn.

Tá ið hendan útbúgvingin er liðug, verða hesi trý, nú við serútbúgving í demenssjúkum, sett í størv í okkara heilsuverki við serstøkum reglugerðum.

Tá kann eisini Alzheimerfelagið virka í tryggari legu, sum tað hevur uppiborið.

Tryggleiki á heilsuøkinum fram um alt.

Hetta hevur skund. Best hevði tað verið, um løgtingið kundi avgreitt hetta við 1.-2. og 3. viðgerð so at siga í einum. 

2. november 2016
Heri Mohr 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo