Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Alzheimerfelagið hevur sent viðsenda skriv til Løgtingsins Fíggjarnevnd í samband við at eingin upphædd er avsett til Demensætlanina á fíggjarlógini fyri 2017. Í skrivinum stendur m.a.:

Tað frøddi okkara hjarta, tá løgtingið samtykti at seta 250.000 kr av  til Demensætlanina í 2016. Hetta var ikki nóg mikið, men tó ein byrjan.

Vit frøðast um, at ein demenssamskipari endiliga er byrjaður í starvi á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Ein demenssamskipari er ikki nóg mikið, men tó ein byrjan.

Tí gjørdust vit sera kløkk og hørm um at staðfesta, at á fíggjarlógini fyri 2017 er eingin peningur oyramerktur til Demensætlanina, í 2016 stóðu 250.000 kr, í 2017 stendur 0 kr. Í viðmerkingunum lesa vit, at játtanin er flutt til høvuðskontuna hjá Landssjúkrahúsinum. Hetta meta vit at verða eitt afturstig fyri demensøkið.

Harafturat má munandi meiri peningur setast av til Demensætlanina enn higartil, minst tvífalt so nógv sum í ár, tí ein demenssamskipari er jú settur í starv. At játtanin til Demensætlanina skal verða ein partur av høvuðskontoini hjá Landssjúkrahúsinum gevur onga vissu fyri, at demensøkið fær ta játtan, sum tørvur er á.

Alzheimerfelagið vil staðiliga heita á fíggjarnevndina um at tryggja, at Demensætlanin fær neyðugu játtanina á fíggarlógini fyri 2017 so at vit ikki lata Demensætlanina fara fyri bakka.

Malan Mohr, forkvinna
Alzheimerfelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo