Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tað kemur fyri, at eitt val ber annað frával við sær. Á nýggjárinum fall tað mær í lut, at stjórna Runavíkar kommunu í 2016 sum borgarstjóri. Tá kommunustýrislógin í grein 6 er rættiliga greið um almenn álitisstørv í mun til borgarstjórastørv, við fullum setanarbrøki, reisti eg sjálvur spurningin á fyrsta nevndarfundinum í Demokratia eftir ársskiftið, hvussu hendan mótsøgnin skuldi tulkast í mínum føri, nú eg hevði hesar báðar kasjettarnar á høvdinum samstundis.

Semja varð á fundinum um at senda Løgtingsskrivstovuni spurningin fyri at fáa greiði á hesum. Løgtingsskrivstovan helt, at Heilsu- & innlendismálaráðið var rætti instansurin at svara spurninginum.

Í dag – 09. februar 2016 – hevur Hilmar Høgenni, deildarstjóri, í telduposti svarað fyri Ráðið. Niðurstøðan er greið. Sagt verður, at Heilsu- & innlendismálaráðið metir, tá tað snýr seg um at vera formaður í Demokratia, at talan er um alment álitisstarv, ið fulltíðarborgarstjóri eigur at leggja frá sær. Um viðkomandi kann vera vanligur nevndarlimur skal grundast á eina ítøkiliga meting, hvørt hetta er serliga tíðarkrevjandi ella á annan hátt kann ávirka borgarstjórastarvið stórvegis. Ongin orsøk er til at seta slíkar ítøkiligar metingar í verk, um mál sum liggur í ivasferu, tað órógvar og tænir undir ongum umstøðum Demokratia og teimum almennu átøkum, sum eru ávegis umvegis felagsskapin.

Kann bara staðfesta, at tað at taka við valinum sum borgarstjóri fyri kortum hevði hetta frávalið við sær, at eg frá í dag at rokna hvørki eri formaður ella vanligur nevndarlimur í Demokratia.

Fari hjartaliga at takka øllum tykkum sum eg havi samstarvað við í nevndini og skrivara nevndarinnar. Ikki minst fari at takka politisku skipanini fyri, at hon hevur sæð tað neyðturviliga í at stuðla og menna hetta starvið, at demokratisera Føroyar, við eini væl størri játtan á løgtingsins fíggjarlóg. Róðurin fyri javnari kynsumboðan á løgtingi og í bý- & bygdaráðum er ikki hálvrógvin, tí er tørvur á einum katalysatori sum Demokratia í mong ár fram.

Í ár eru 100 ár liðin síðani valrætturin hjá kvinnum umsíðir varð knæsettur lógliga. Meiri verður at frætta um tað málið seinri í ár samsvarandi fyrireikingunum hjá Demokratia. Onkur annar kemur nú at standa fyri hesum og øðrum átøkum, ikki minst nú næsta kommunuvalið eisini fer at nærkast. Tað hevur verið ein fragd hesi árini, at fingist við hetta átak saman við góðum fólki, og ongin ivingur er um, at eisini í hesum førinum fer kvinna at koma í mans stað, sum fer at roynast teimum demokratisku Føroyum til munar.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo