Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Hann er ein av bara tveimum sum hevur vunnið HM bæði sum leikari og landsliðsvenjari, og hann er ein av størstu legendunum í fótbóltssøguni.

Í dag fyllir Franz Beckenbauer 70 ár.

Men sambært NRK so heldur hann ikki dagin alment, tí tað er ikki stórt meira enn ein mánaði síðani, at 46 ára gamli sonur hansara Stephan doyði av sjúku.

Fyri týskan og altjóða fótbólt er tann 70 ára gamli Beckenbauer úr München eitt ikon. HM-gull sum leikari og liðskipari í 1974, HM-gull sum venjari í 1990 og leiðari av toppunum í HM-organisasjónini í 2006, eru bert nøkur av hæddarpunktunum í hansara lívi.

Men fremst av øllum stendur 2-1-sigurin á Niðurlondum í HM-finaluni í heimbýnum München í 1974.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo