Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Týski miðilin Der Spiegel heldur seg hava eitt dokument sum prógvar hvussu Týskland keypti seg til HM á heimavølli.

Tað hevur fyrr verið kent at suðurafrikanskir myndugleikar hava verið ákærdir fyri at hava «keypt» fótbólts-HM í 2006. Og viðvíkjandi Russlandi sum HM-vertur í 2018, og Katar í 2022 so verður tað eisini kannað.

Og nú boðar so miðilin Der Spiegel frá, at eisini Týskland er undir illgruna viðvíkjandi leikunum í 2006, skrivar NRK.

Der Spiegel skrivar at fyrrverandi stjórin í Adidas, Robert Louis-Dreyfus, skal hava flutt umleið 90 milliónir krónur (dagsins kursur) til eina bankakonto sum tann týska umsóknarnevndin átti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo