At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Meðan eg var við í almennum politikki, tá kom kravið og ynskið fram um, at pressan skuldi sleppa inn á árliga floksfundir.

Mær dámdi hetta ongantíð. Ikki tí, at nakað var hemmiligt, men hetta setti eina forðing fyri, at "vanlig" fólk tordu at taka orðið, og vit mistu ein stóran part av tí sermerkta huglagnum. Men her var onki at gera, uttan fylgja við eftir evnum.

Tjóðveldið hevur havt floksfund í Hovi, og um eg ikki lurtaði so gjølla, so varnaðist eg, at Høgni var sera væl fyrireikaður. Ein partur av tí, ið onnur halda vera skeivt í hansara politikki, tað fekk hann vent til, at alt hansara var rætt. Ja onkur var so rørdur, at hesin rópti hurrá á Facebook.

Fyri ikki at tala um fundarsamtyktina. Henda saman við formansfrásøguni var so væl fyrireikað, at alt arbeiðið hesum viðvíkjandi er gjørt í góðari tíð frammanundan. Nú skuldi alt verið í lagi.

Hatta við fundarfrásøgnini minnir meg um líknandi frásøgn frá Sandoyar Javnaðarfelag í 1984. Lýst var til fundar, men veðurlíkindini gjørdu tað, at fundurin mátti avlýsast.  Kortini stóð rósandi frásøgn frá fundinum í Sosialinum dagin eftir.

Hjá Tjóðveldinum í Hovi hendi tann keðiliga episodan, at í einum steðgi tosa fólk saman sínámillum, og her hevur Annita loyst frá posabandinum um hennara meting av persóninum Páll á Reynatúgvu, men her letur ein mikrofon, ið ikki var sløkt,  orð hennara út í alheimin, og hetta loypti sum kunnugt "split í dansin".

Her kom eg í tankar um sangin hjá Svend Møller Kristensen, sum endurgivið í yvirskriftini:

Det sku vær' saa  godt, og saa' det faktisk skidt!

Eyðun Viderø
10.04.2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo