Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Vinna

Tann týski stórbankin hevur lænt 2 mia. dollarar (13,1 mia. kr.) til Donald Trump og hansara prosjektir í tvey áratíggju upp til, at hann gjørdist forseti í USA í 2016. 

Hesa tíðina hevur Donald Trump millum annað reypað av síni ogn, meðan hann samstundis lovaði bankasambondunum vikuskiftisuppihald á resortinum hjá sær, Mar-a-Lago í Florida, um hann fekk lánini.

Avísin The New York Times hevur tosað við yvir 20 fyrrverandi og núverandi starvsfólk í toppinum í týska bankanum, sum hava greitt frá, at Donald Trump var mettur sum ein vágaligur kundi av øðrum lánveitarum, men bankin helt fram at veita lán kortini av ynskinum um størri fótafesti í USA. 

Tað skrivar Dagens Næringsliv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo