At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Nógv hevur verið sagt og skrivað um fiskivinnu uppskotið hjá samgonguni og tað er ikki so løgi, tí fiskimenn og reiðarar vita, at um nýggja fiskivinnuuppskotið verður samtykt, verður tað deyðadómurin hjá heimaflotanum og fiskavirkjum, tí standa teir saman.

Heimaflotin verður meinast raktur, har fer nok tað mesta á heysin, tey størstu reiðaríini koma at eiga nøkur fá skip.

Uppsjóvarskipini og skipini í Barentshavinum skulu bjóða uppá ein part av fiskinum, so ongin veit hvat fiskurin kemur at kosta, ella hvat hann blívur seldur fyri, so har kann man rokna við, at onkur kemur at keypa ov dýrt.

Um eitt fast avgjald var fyri hvørt kilo í tilfeingisgjaldinum, so vistu øll, hvat tey skuldu gjalda.

At gera so stórar broytingar fyri heimaflotan, bert tí nakrir fiskifrøðingar á Havstovuni og fiskimálaráðnum hava sagt, at alt er niðurfiskað, og kvotur skulu á, so fiskurin skal stýrast, á pappírinum, er eitt alt ov ógvusligt stig at taka, og kemur at hava sera álvarsligar avleiðingar við sær.

Nakrir floksformenn, sum bert lurta eftir fiskifrøðingum, so skulu teirra floksfelagar nú standa skúlarætt og bert gera sum teir siga, fyri at hjálpa teimum við at fáa kvotur á, sjálvt um teir vita, at øll vinnan er ímóti.

Ikki tí, at ongin fiskur er og verður tey komandi árini. Men tí vit sleppa ikki at fiska.

Tað fyrikemur mær, sum fleir politikarar lata eygu og oyru aftur fyri øllum, tað hoyrdist at fleiri limir í vinnunevndini sótu og hugdi niður í telefonina, og tímdi ikki at lurta eftir teimum, sum vóru kallað inn til hoyringar.

Fólk sum ikki lurta eftir øllum sjónarmiðum, koma altíð at vita ov lítið, og tað fer at fáa skaðiligar avleiðingar fyri alt samfelagið.

Eivind Jacobsen roknaði við at 4.000 fólk í fiskivinnuni blíva arbeiðsleys, tað er á góðari leið.

Síðani breiðir arbeiðsloysið seg til skipasmiðurnar, og onnur sum arbeiða fyri vinnuna uppi á landi, síðani blíva tað arbeiðsfólk og handverkarar, seinast rakar tað tey alment løntu,  har eri eg so komin nú.

Tað hoyrist, at Fiskiveiðueftirliti má hava 10 eftirlitsfólk afturat uppi á landi, um kvotaskipanin verður sett í verk.

Afturat tí skal eitt gamalt skip keypast, fyri nógvar milliónir, til eftirlit á sjónum, har skulu umleið 2 x 15 fólk umborð, skipið skal keypa olju, proviant og annað og har skal nógv viðlíkahald til.

So er spurningurin, skal skipið kallast Nólsoyar Páll ll?

Alivinnan kemur at hjálpa eitt sindur uppá støðuna, men annars verður tað, sum fyrst í 90-unum.

Eg eri ikki búskaparfrøðingur, men eg kenni til vinnuna og dugi at síggja avleiðingarnar.

Eg vóni at politikararnir vakna og lata eygu og oyru uppaftur, áðrenn dómurin fellur, fiskivinnan gevur ov nógv til at blaka í eina stóra óvissu. Tá er betur at gera spakuligar broytingar.

Men hinvegin er mín persónliga meining, at tá føroyska makrelkvotan bleiv hækkað frá 4,9 til 12%, ið var ein hækking á 145% skuldi tað verði deilt út á nýggjar aktørar.

Tað hoyrist, at Fiskiveiðueftirlitið má hava 10 eftirlitsfólk afturat uppi landi, um kvotaskipanin verður sett í verk.

Tá inntøkurnar koma at minka so nógv í fiskivinnuni, verða vit noydd at fáa fleiri ferðafólk til Føroyar.

Eyðun Hansen
Vestmanna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo