Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Politikkur

Søren Espersen, talsmaður hjá Dansk Folkeparti í uttanríkismálum

Meðan Venstre, Sosialdemokratiet og SF eru sera stúrin, nú Donald Trump hevur boðað frá, at USA viðurkennir, at Jerusalem er høvuðsstaður í Ísrael, eru tey í Dansk Folkeparti harafturímóti fegin um hesa avgerðina hjá amerikonsku stjórnini. 

Søren Espersen, talsmaður hjá DF í uttanríkismálum, segði í hesum sambandi við DR í kvøld, at...

- Ein er noyddur at fyrihalda seg realistiskt til tingini. Jerusalem ER høvuðsstaður í Ísrael. Tað er har, Ísrael hevur sína stjórn, ting og hægsta rætt. Tað er ein staðfesting. 

Espersen legði aftrat, at hann er eisini fegin um, at amerikanska sendistovan í Tel Aviv nú verður flutt til Jerusalem. Hetta heldur hann, at Danmark eisini átti at gjørt.

- Tað hevði klætt tí donsku stjórnini at fylgt í fótasporunum hjá USA. Eg havi ikki tær stóru vónirnar, men hetta er nakað, sum vit í DF hava ynskt í nógv ár.

Hann heldur ikki, at avgerðin hjá amerikonsku stjórnini kemur at skaða friðartilgongdina í regiónini:

- Har er eingin friðartilgongd í løtuni, og tað hevur tað ikki verið í fleiri ár. Eg haldi, tað er útmerkað, at tað verður sligið fast, at Jerusalem er høvuðsstaðurin í Ísrael. Palestinensararnir mugu bara hava sín høvuðsstað onkra aðrastaðni, um teir gerast ein sjálvstøðugur statur, segði hann at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo