Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Dia Midjord fær út at gera í tí komandi.

Hann er venjari hjá hjá mansliðnum hjá StÍF, og varð hann fyri stuttum settur í starv sum nýggjur venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum.

Nú skal hann so eisini vera venjari hjá U-landsliðnum fyri kvinnur, ið eru føddar í 2002 og seinni.  Avtalan er gjørd fyri tvey ár.

Hetta boðar Hondbóltssambandið frá í dag á heimasíðu sínari.

Hondbóltssambandið skrivar, at fyrsta uppgávan hjá aldursbólkinum er European Open fyri U16 kvinnulandslið, sum verður í Gøteborg í Svørík, næsta summar. Á sumri 2019 er stór uppgáva fyri framman, tá HM-undankapping er fyri U17-landslið.

Í næstum verður ein bruttohópur og ein virksemisætlan kunngjørd

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo