Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope
Útlendis ítróttur

Aganevndin í enska fótbóltssambandinum (FA) hevur kannað hendingina millum Diego Costa og Laurent Koscielny í dystinum millum Chelsea og Arsenal, og valt kanna málið.

Aganevndin skrivar í tíðindaskrivi at Costa er skuldsettur fyri harðligan atburð, sum dómarin ikki sá, men sum er at síggja á video.

Tí skal Costa koma við síni frágreiðing innan klokkan 18 í morgin.

VG skrivar at nú skula tríggir fyrrverandi dómarar hyggja gjøgnum upptøkurnar hvør sær, fyri at vita um teir halda at Costa átti at verið sendur av vøllinum. Fyri at FA skal kunna gera nakað við málið so skulu allir dómararnir vera samdir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo