Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Smápartafelagið Dimmalætting hevði eitt vánaligt ár í fjør. Úrslitið eftir skatt gjørdist eitt hall uppá 426 tkr. Tað kann síggjast í mun til hall árið fyri uppá 84 t.kr.

Orsøkin til vánaliga úrslitið er minni bruttovinningur og øktar starvsfólkaútreiðslur.

Eginognin hjá Dimmalætting er nú negativ við sløkum 2,5 mió. kr.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at arbeiðið at umskipa raksturin eydnaðist ikki til fulnar í 2018. Men arbeiðið heldur fram, og ein fyrtreyt er, at móðirfelagið framhaldandi er sinnað at fíggja virksemið. Og tað hevur móðirfelagið givið til kennar, at tað er sinnað at gera. Eisini verður nevnt, at eitt krav er reist ímóti felagnum frá einum veitara, sum metir seg at eiga 225.000 krónur til góða, men sum felagið ikki metir seg at skylda. Tí er henda uppæddin ikki tikin við í skyldur felagsins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo