Har øll sópa fyri egnum durum, verðu gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Tiltøk

Í døgunum 1.-5. oktober skipar Tórshavnar kommuna fyri Diversity week. Endamálið við Diversity vikuni er at varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í býi okkara og at styrkja millummentanarliga huglagi millum fólk.


Mentanarliga gerast vit alsamt fjølbroyttari í Tórshavnar kommunu, við tað at fleiri og fleiri uttan úr heimi leita sær hendan vegin og velja at búseta seg her. 

- Við Diversity week ynskja vit at seta sjóneykuna á tað tilfeingi, ið tilflytarar okkara eru fyri okkara bý, og at hyggja nærri at, hvat vit kunnu gera fyri at styrkja millummentanarliga huglagið í Tórshavnar kommunu, greiðir integratiónssamskipari, Siri Tórgarð, frá. 

Niðanfyri er fyribils skrá fyri vikuna. Nærri verður at frætta um tíð, stað og innihald á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu og á sosialu miðlunum.

Skrá fyri Diversity week

Mánadagin 1. oktober kl. 19 - 21 í Posthúskjallaranum
Borgarstjóri, Annika Olsen, setur Diversity vikuna
Toni Hansen og Juliana Arias, ið báðar eru tilflytarar, hugleiða um, hví tað er umráðandi at arbeiða við integratión
Siri Tórgarð, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu, greiðir frá arbeiðinum við integratión hjá kommununi.

Týsdagin 2. oktober
Kl. 10 – 12: Tiltak fyri foreldur og børn í barsil.
Kl. 19: Sissal Kampmann prátar við fýra tilflytarar um teirra leið til Føroyar.

Mikudagin 3. oktober
Kl. 9 - 16: Málráðstevna í Auluni í Finsen
Filmurin Hjerteland verður sýndur í Norðurlandahúsinum.

Hósdagin 4. oktober

Kl. 19 – 22: Eitt kvøld um at vaksa upp við einum mentanarligum grundarlagi í einum samfelag, ið hevur annað mentanarligt grundarlag.

Fríggjadagin 5. oktober
Tiltak fyri 67+: Tilflytarar fortelja um lívskorini hjá eldri í heimlandi teirra. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo