Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Politikkur

Á starvsnevndarfundi fríggjakvøldið varð Djóni Nolsøe Joensen valdur 1. næstformaður fyri Javnaðarflokkin og verður soleiðis partur av formansskapinum fram til landsfund floksins, sum verður komandi vár.

Í formansskapinum sita formaður floksins umframt ein 1. næstformaður úr tingbólkinum og ein 2. næstformaður, sum ikki er partur av tingbólkinum. Flokkurin hevur harafturat samtykt, at bæði kyn skulu vera umboðað í formansskapinum.

Tá flokkurin situr í samgongu er tingbólkaformaðurin automatiskt 1. næstformaður, men tá flokkurin er í andstøðu, er formaðurin somuleiðis tingbólkaformaður og tí skal 1. næstformaður veljast av landsfundinum.

Av tí Helena Dam á Neystbø ikki longur er partur av tingbólkinum, lýkur hon ikki longur krøvini fyri at manna sessin sum 1. næstforkvinna, og tí hevur starvsnevndin valt ein 1. Næstformann úr tingbólkinum, og fall valið á eysturoyartingmannin Djóna Nolsøe Joensen.

Í formansskapi floksins sita tí nú Aksel V. Johannesen, formaður, Djóni Nolsøe Joensen, 1. næstformaður og Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð, 2. næstforkvinna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo