Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Onnur tíðindi

Tað verður alsamt lættari hjá lastbilasjafførum at koyra langar túrar við livandi djórum í lastini uttan tað eftirlitið sum lógin krevur fyri at tryggja at djórini ikki pínast.

Altinget.dk skrivar, at talið á langum flutningum av djórum, serliga grísum og neytum, er vaksið ógvusligt, samstundis sum játtanin til eftirlitið er minkað við 36 prosentum.

Sjafførarnir skulu føra logbók tá túrurin tekur meira enn 8 tímar. Í juni í ár hevur Fødevarestyrelsen meldað 66 mál um flutning til politiið.

Men frá 2015 til 2018 er talið á flutningum vaksið við 25 prosentum samstundis sum játtanin til at hava eftirlit er fallin við 36 prosentum, skrivar miðilin.

Bæði talsfólk fyri djórarverndarfelagið og politikarar øtast.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo