Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

DMI, ella Danmarks Meteorologiske Institut, hevur útbygt sínar tænastur fyri Føroyar á netinum munandi. Hesum boðar danska veðurstovan frá í tíðindaskrivi.

Við nýggju heimasíðuni kann brúkarin sjálvur áseta, hvørjir upplýsingar hava týdning fyri júst hann.

- Vit skulu lata fólk í eftir veðrinum sum tað verður og upplýsingarnar skulu vera so neyvar og viðkomandi sum gjørligt, alt eftir hvar brúkarin er, sigur stjórin, Marianne Thyrrig.

Nýggja heimasíðan hevur upplýsingar um hita, lufttrýst, avfall, vind og aldur alt á sama korti. Til ber at vaksa um kortið so yvirlitið verður so gott sum gjørligt, verður upplýst. Harafturat er nýggja heimasíðan responsiv, sum merkir, at hon sjálv lagar seg til, alt eftir um tað er ein telda, telefon ella teldil sum verður brúktur.

Nýggja heimasíðan hjá dmi sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo