Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Vinna

BETRI: DNO hevur í morgun boðað frá, at teir nú hava fingið fatur á 76,49% av partabrøvunum í Faroe Petroleum.

- DNO hevur eisini sagt, at um teir koma upp á ein ognarlut yvir 75%, so er ætlanin at taka Faroe Petroleum av keypsskálanum í London. Um so verður, kann tað gerast meira trupult at sleppa av við partabrøvini, um tú ikki velur at selja nú.

- Leiðslan í Faroe Petroleum mælir tí øllum at taka av tilboðnum frá DNO, og selja partabrøv síni til kurs 1,60 GBP. Samstundis viðurkennir leiðslan yvirtøkuna, og hevur sjálv játtað at selja øll síni partabrøv til DNO, skrivar BETRI.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo