Kanal 5 hevur í kvøld klokkan 20 føroyska tíð samrøðu við døturnar hjá Brittu Nielsen, sum er ákærd fyri at hava stolið minst 111 milliónir krónur frá sosialu myndugleikunum í Danmark.
Døturnar eru eisini skuldsettar, skrivar DR.DK.
Døturnar hjá Brittu Nielsen hava verið skuldsettar síðani í oktober – tá ið tær sambært løgregluni hava fingið ein týðandi part av pengunum hjá mammuni – men hava tær verið vardar av navnaforboðið.
Tær báðar hava góðtikið av navnaforboðið verður strikað, og tað hendi í dag, váttar ákæruvaldið fyri DR Nyheder.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo