Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Mynd: John William Joensen/nordlysid.fo

Nú sunnudagin stendur næstseinasta umfarið í ársins útgávu av Betri Deildini á skránni. 

Stórur spenningur er um, um tað verður KÍ ella B36, sum fer avstað við gullinum í ár. 

Bæði liðini hava 60 stig fyri 25 dystir, men klaksvíkingar liggja frammanfyri, tí teir hava eina betri málúrtøku.

Klaksvíkingar hava +39 í málúrtøku, meðan teir hvítu og svørtu úr Havn hava +32. 

Bæði liðini hava truplar uppgávur sunnudagin. KÍ tekur ímóti NSÍ, sum er nummar trý í Betri Deildini, meðan B36 skal til Gøtu at leika ímóti Víkingi, sum er nummar fýra í deildini.

Allir dystirnir sunnudagin byrja kl. 15.00. Sambært Bolt.fo skulu hesir døma dystirnar sunnudagin:

HB-TB: Rúni Gaardbo
ÍF-Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen
EB/Streymur-AB: Petur Reinert
Víkingur-B36: Dagfinn Forná
KÍ-NSÍ: Kári á Høvdanum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo