Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Útlendis ítróttur

Hann skjeyt sigursmálið hjá Danmark móti Fraklandi í bólkaspælinum undir EM í 1992. Í gjár stormaði Lars Elstrup (53) inn á vøllin nakin í dystinum millum Randers og Silkeborg.

Søgan um EM-hetjuna Lars Elstrup stendur at lesa í flestu av teimum stóru norðurlendska miðlunum.

– Tað er trist at síggja hann soleiðis. Hann er ein av fótbóltshetjunum í býnum, sigur stjórin í Randers, Michael Gravgaard sambært Ekstrablaðnum.

VG skrivar at sjálv hendingin var meinaleys. Hann rann inn á sín gamla heimavøll uttan trevil á kroppinum. Tann 53 ára gamla hetjan stormaði móti miðjuni áðrenn hann setti seg í yoga-posisjón. Hann var síðani førdur út av trygdarvørðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo