Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Útlendis ítróttur

Ein av teimum heilt kendu spælarunum í danskari fótbóltssøgu, Henning Jensen, er deyður, 68 ára gamal. Hann doyði eftir at hava havt krabbamein í eitt stutt tíðarskeið.

Hetta boða danskir miðlar frá í dag.

Henning Jensen spældi á yrkisleið sínari við Nørresundby, AGF, Borussia Mönchengladbach, Real Madrid og Ajax Amsterdam.

Hann var fyrsti danin, sum spældi við Real.

Hann náddi harumframt at tørna út 21 ferðir fyri danska landsliðið, har hann skjeyt níggju mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo