Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Útlendis ítróttur

José Antonio Reyes, sum hevur spælt í Real Madrid, Arsenal og Sevilla er deyður í eini ferðsluvanlukku.

Tað skrivar Sevilla á sínum Twitter profili.

Sambært sponskum miðlum hendi fersðluvanlukkan í morgun og á motorvegnum við heimbý hansara Utrera, uttanfyri Sevilla.

Reyes vann fimm Europa League-titlar við Atlético Madrid og Sevilla. Hann vann eisini La Liga við Real Madrid. Og var við í spanska HM-hópinum í 2006.

José Antonio Reyes var fyrsti spaniólin at vinna Premier League.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo