Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Góðu Miðflokkurin, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og øll onnur.

Onkur má taka tað ópopuleru avgerðina, at ávara tykkum. Tí annars dragna tit longur og longur burtur frá livandi orði Guds.

Vit liva í eini tíð, har hópin av menniskjum verða villeidd av ringum ranglærum. Ein teirra er strategiin hjá LGBT, ið er eitt stórt fuppnummar í 21. øld.

Talan er um eina epidemiska tíð, sum genererar eitt bíbilskt profeterað systemfráfall frá orði Guds. Hetta inniber, at fólk meira aktivt enn nakrantíð áður, stríðast ímóti Gudi, vrakað Hansara orð og seta seg ímóti Honum. Hátturin hetta verður gjørt uppá er, at fara eftir okkara gudgivnu stjórn og teimum, sum av reinum kærleika prædika evangeliið fyri heiminum. Menniskjum til syndafyrigeving, frelsu og lív.

Tað er sera harmiligt at hoyra, síggja og merkja hvussu blind fólk eru blivin av m.a. LGBT. Men samkynd hava altíð havt rætt til at virka og liva í okkara landi – uttan almenn militant lógarkrøv frá LGBT til okkara gudgivnu stjórn. Tí, við lógarásetingum skapa vit præcedens til eina drúgva og áhaldandi krav-proces, sum ongan enda fer.

Tit, tað er NÚ tit hava kjansin, at seta ein stoppara fyri demoralsku niðurgongdini.

Til dømis kemur null-toleransan hjá LGBT týðiliga og greitt til sjóndar við, at fleiri og fleiri LGBT-stuðlar stempla fleiri og fleiri vælmeinandi borgarar, sum siga tykkum allan sannleikan. Tað kann fáa ein sera óhepnan enda.

Støðið er blivið so lágt, at “Gudgivið hjúnaband = at hata samkynd,” er blivið eitt alment falskt líkheitstekin og partur av nulltoleransuni hjá teimum, sum stuðla LGBT. Tíverri!

Góðu tit samkyndu! Sleppi tykkum av við LGBT-Føroyar skjótast gjørligt.

Kærar heilsanir
Ragnar Ludvig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo