Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Forsetin í Venesuela, Nicolás Maduro, var álopin við dronum sum hann helt eina beinleiðis sjónvarpaða talu í Caracas í gjárkvøldið. Sjey hermenn fingu skaða í álopinum, sambært myndugleikunum.

Men sløkkiliðsfólk eru ikki samd við frágreiðingina hjá stjórnini í tí sum verður kallað ein drápsroynd. Trý sløkkiliðsfólk siga við tíðindastovuna AP, undir treyt at tey ikki verða navngivin, at brestirnir komu frá eini gassspreinging í eini íbúð tætt við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo