Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

So eru piltarnir ”undir Brúnni” aftur úti um seg og syngja fyri okkum við teirra stjørnukláru røddum.

Komandi dagarnar hava teir tríggjar ókeypis konsertir í høvuðsstaðnum.

- Tó at teir ikki hava gingið á Glasi enn, so syngja teir longu á fleiri ymiskum málum í eini høgtíð, sum hevur til endamáls at binda mannaættina saman eina løtu, siga Eli og Napoleon Smith, ið venja kórið.

Feðgarnir halda poetiskt fyri í hesu sambandi: "Leggið tí visa-kortið burt’ eina stund, og gloymið allan skund, meðan dreingjanna sangur rungar, so at vit ei minnast løtur tungar."

Eli Smith stovnaði Dreingjakórið undir Brúnni í 1999, og hevur kórið síðan vant og framført hvønn vetur saman við einum toymi av frívilligum sangglaðum fólki.

Her er konsertskráin hjá dreingjakórinum:
Leygardagur 08.12, kl. 11 í Adventistakirkjuni (mannlig dupultkvartett syngur eisini)
Týsdagur 11.12, kl. 16 í Tilhaldinum (Gentukórið Kassia er við)
Týsdagur 11.12, kl. 17:45 í SMS 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo