At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Pogba legði Manchester United á odda við brotssparki í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skoraði Shaw sítt fyrsta mál nakrantíð í Premier League.

Í síðstu minuttunum skoraði Vardy fyri Leicester til endaliga úrslitið 2-1.

Klokkan 20 føroyska tíð byrjar Premier League aftur, og fyrsti dysturin er millum Manchester United og Leicester.

Her eru liðini:

Manchester United (4-3-3): David de Gea - Matteo Darmian, Eric Bailly, Victor Lindelöf, Luke Shaw - Fred, Paul Pogba (C), Andreas Pereira - Juan Mata, Alexis Sanchez, Marcus Rashford.

Leicester City (4-2-3-1): Kasper Schmeichel - Daniel Amartey, Wes Morgan (C), Harry Maguire, Ben Chilwell - Adrien Silva, Wilfred Ndidi - Ricardo Pereira, James Maddison, Demarai Gray - Kelechi Iheanacho.

Bonkurin hjá Manchester United: Lee Grant, Chris Smalling, Ashley Young, Marouane Fellaini, Scott McTominay, Romelu Lukaku, Anthony Martial.

Bonkurin hjá Leicester: Danny Ward, Jonny Evans, Christian Fuchs, Marc Albrighton, Vicente Iborra, Rachid Ghezzal, Jamie Vardy. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo