Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Krutl

Útlendingar í Føroyum, og útisetar, sum koma heim at halda jól, fáa nú høvi at síggja føroyska spælifilmin, við enskum undirtekstum. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio hvønn dag frá 26. desembur.

“Dreymar við havið” varð í heyst sýndur í Havnar Bio og aðrastaðni í landinum. Filmurin hevur longu luttikið á fleiri altjóða filmsstevnum, og komandi árið verða fleiri sýningar kring heimin.

Nú verður filmurin sýndur aftur, so útlendingar í Føroyum fáa høvi at síggja filmin við enskum undirtekstum, og føroyskir útisetar fáa eisini høvi at síggja hann í biografinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo