Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Fróðskaparsetrið má raðfesta kvalitet fram um kvantitet - droppið nationalromantikkin.

So nógvar útbúgvingar sum gjørligt! So nógv lesandi sum gjørligt! Hetta tykist tíverri at hava verið leisturin seinastu mongu árini á Fróðskaparsetri Føroya.

Málið má verða eitt føroyskt Fróðskaparsetur, har satsað verður upp á kvalitet heldur enn kvantitet. Eitt Setur, ið lýkur altjóða útbúgvingarlig krøv, og sum kann bjóða føroyskum ungdómi útbúgvingar í heimsflokki – ikki nationalromantiskt møsn!

Hóast hetta blívur Setrið við at seta nýggjar útbúgvingar í gongd - sum tað sær út uttan at tryggja neyðugu fakligu førleikarnar og uttan nakað stórvegis fakligt eftirlit. Sleppur óskilið at halda áfram, hava vit ikki eitt universitet longur, men okkurt slag av einum víðkaðum háskúla. Ja, Setrið ræður sær sjálvum, men politiska skipanin má tora at seta Setrinum krøv.

Einki akademiskt ráð
Tíverri er Setrið nokk tað einasta universitetið í øllum Evropa, sum onki akademiskt ráð hevur. Hetta er vanliga partur av innanhýsis góðskuskipanini hjá einum universiteti og innaneftirlitinum hjá stovninum. Eitt ráð, sum skal viðgera fakligar spurningar. Tí ber til av røttum at spyrja, eftir hvørjum reglum og fyriskipanum vísindalig starvsfólk verða sett á Setrinum? Tað er eisini ivasamt, um t.d. adjunktar á Setrinum fylgja somu fyriskipanum sum aðrastaðni, t.e. fáa adjunkt-pedagogikum og hava adjunkt-vegleiðing? Hvør tryggjar, at góðkenning av Ph.d.-prógvum verða latin eftir nøktandi fyriskipanum? Hvar eru reglarnar og fyriskipanirnar fyri hesum?

Lurtið eftir uttanhýsis serfrøðini

Tí er eitt stórt stig rætta vegin at fylgja uttanhýsis serfrøðingabólkinum og satsa upp á nissju-útbúgvingar. Uttanhýsis eftirmetingin er ikki bara nakað tilvildarligt fjant og fjas. Tað er ein lógarásett eftirmeting sambært seturslógini og partur av føroysku akkrediteringarskipanini, ið skal tryggja, at útbúgvingar á Setrinum lúka altjóða krøv.

Men onkursvegna er mann ov stoltur til at síggja veruleikan í eyguni og ásanna, at mann er eitt evarska lítið og fjarskotið land við einum lítlum Setri og sera avmarkaðum akademiskum umhvørvi og stórt sæð ongari gransking á flestu økjum. Tí eigur mann at hyggja inneftir og spyrja seg sjálvan, hvat er realistiskt at bjóða út av útbúgvingum, so okkara ungdómur kann fáa eina hægri útbúgving í Føroyum, sum er í heimsflokki, sum áhugi er fyri, og sum føroyski arbeiðsmarknaðurin eftirspyr - heldur enn at útbúgva fólk til akademiskt arbeiðsloysi.

Setrið eftirbátur í Bologna?
Mær vitandi hevur tað í nærum 30 ár í Evropa verið arbeitt við at gera felags góðskuskipanir fyri hægri útbúgvingar. Hetta byrjaði við sonevndu Bologna-tilgongdini í 1999, og síðani er samstarvið víðkað munandi. Í dag fevnir hetta samstarvið um 40 evropeisk lond.

Í Íslandi hevur verið arbeitt við hesum í 8 ár, og mett verður, at tað tekur tvey ár afturat, áðrenn tað arbeiðið er liðugt. Hóast Setrið byrjaði Bologna-arbeiðið fyri fleiri árum síðani, steðgaði hetta upp, og onki er hent síðani. Hetta merkir, at Setrið allarhelst má byrja av nýggjum og er eftirbátur, so tað forslær.

Í ringasta føri fær Setrið ikki loyvi at verða partur av hesum skipanum um nøkur ár. Tey flestu yppa bara øksl og blíva smásár, um Setrið verður kritiserað. Setrið má tola kritikk! Tað er ikki nøkur heilag kúgv í okkara samfelag, men ein útbúgvingarstovnur, sum á fíggjarlógini kostar føroyska skattgjaldaranum áleið 100 mió. kr. um árið, og sum vit mugu kunna seta krøv til!

Løgtingsfólk eiga at geva hesum gætur og fáa meira vitan um viðurskiftini sum heild.

Ravnurin hjá Nólsoyar Pálli fór á flog við loysingar-høvdinganum

Men “cool facts” verða í dag í lesarabrævi frá danskt skúlaða tjóðveldis-høvdinganum skýrd at vera dømi um sambands-afturhald. Ein maður, sum sjálvur hevur slitið sínar útbúgvingarskógvar á Roskilde Universitets Center og notið gott av sínum ríkisborgararættindum til SU og aðrar danskar veitingar. Men hatta er tað vanliga niðurlagið. Tá ið veruleikin kemur sendandi í høvdið við 200 kilometurs ferð, er nemmari at gera sær egnar hugleiðingar um, hvussu sambandsfólk vóru fyrr í tíðini. Mann vil einfalt ikki fyrihalda seg til veruleikan, og tá er nemmari at gera alt til ein spurning um politikk.

Fyri partar av fullveldisvonginum er tað líkamikið, um ungdómurin fær nøktandi útbúgving. Líkamikið, um t.d. føroyska útbúgvingin í løgfrøði ikki lýkur Bologna-krøv, ella um føroyskt skúlaðir løgfrøðingar sleppa at virka í rættarskipanini eftir loknan lestur. Bara tað er føroyskt, og tað væl etableraða danska verður koyrt út, so er gott!

Sum kuriosum kann nevnast, at tað ikki er Setrinum at takka, at Føroyar eru millum tey mest vælútbúnu fólkini í heiminum - think about that!

Eg beri tí stóran ótta fyri, at veruliga endamálið við Setrinum er kanska heldur meira fullveldispolitiskt enn fakligt, nú ravnurin hjá Nólsoyar Pálli aftur er farin avstað við Høgna í morgun og hann hóast ongantó so langt frá loysingini sum nú, fantaserar um hvat hann skal útinnað i komandi valskeiðið.

Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo