Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Útlendis ítróttur

Paul Pogba er á forsíðunum í fleiri sponskum sportsmiðlum í dag.

Og tað hann er siteraður fyri at siga er neyvan nakað Manchester United-fjeppar dáma.

Sambært VG er talan um flørting við Real Madrid og venjaranum hjá felagnum, Zinedine Zidane.

– Madrid er ein dreymur, og Zidane er har, sigur Pogba við sportsavísina AS.

Mest lisna avísin í Spania, Marca, hevur eisini fingið eitt sitat frá Pogba.

– At venja undir Zidane er ein dreymur, sigur Pogba.

– Mær dámar væl at vera í Manchester nú. Vit hava ein nýggjan venjara og ein nýggjan leikstíl, men vit vita ikki hvat framtíðin hevur at bjóða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo