Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Ein gerst ikki sørt skakkur, um ein hyggur eftir hvussu nógvar druknivanlukkur henda lutfallsliga tætt fram við landi í Føroyum.

Verða hesar vanlukkurnar settar á eitt kort sær ein hvussu tær eru spjaddar kring landið.

Tíverri eru helst fleiri vanlukkur enn tær, ið eru settar á myndina.

Sambært Hagstovu Føroya var deyðsorsøkin hjá 15 føroyingum, í tíðarskeiðnum frá 2007 til 2016, drukning.

Føroyska tilbúgvingin er í dag, tíverri, í flestu førum sera illa fyrireikað at gera nakað skilagott átak fyri at bjarga fólki í sambandi við druknivanlukkur.

Tær flestu kommunurnar hava hvørki útbúgvin sløkkiliðsfólk ella hóskandi útgerð til slík átøk.  

Ábyrgdin viðvíkjandi at tilrættarleggja tilbúgvingina liggur í dag hjá teimum einstøku kommununum.

Í løgtingslóg nr.61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving stendur í grein 8: § 8. Kommunala tilbúgvingin skal, við fyriliti til váðan í kommununi, vera før fyri at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í sambandi við skaðahendingar ella vanlukkur, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum. Kommunala tilbúgvingin skal eisini vera før fyri at taka ímóti, hýsa og í neyðugan mun kostarhalda bráðfluttum og fólki, sum orsakað av neyðstøðu eru komin illa fyri. Stk. 2. Kommunur kunnu, heilt ella fyri ein part, vera felags um kommunala tilbúgving. Avtalur um felags kommunala tilbúgving skulu góðkennast av kommunala eftirlitinum sbrt. § 51 í løgtingslóg um kommunustýri.

Í grannalondum okkara verða tilbúgvingarnar meir og meir lagdar tilrættis eftir hagtølunum.  Á henda hátt gera grannalondini íløgur í sínar tilbúgvingar, eftir tørvinum, ið hagtøl teirra vísa á.

Tað er sera óheppið at flestu føroysku kommunurnar eru eftirbátar, í hesum sambandinum, tá tað eru so nógvar slíkar vanlukkur.

Janus Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo