Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Maurice White, stovnarin av bólkinum Earth, Wind & Fire, er deyður 74 ára gamal, skrivar tíðindastovan AP. Sambært beiggjanum doyði hann í heimi sínum í Los Angeles í gjár.

Sangarin, trummusláarin, yrkjarin og útgevarin White stovnaði Earth, Wind & Fire seinast í 60-unum. Bólkurin er kendur fyri sangirnar «September», «Shining Star» og «Boogie Wonderland».

Tilsamans hevur bólkurin selt yvir 90 milliónir plátur, og hevur vunnið seks Grammy awards, skrivar AP.

Í 1995 gavst White eftir at hava fingið staðfest Parkinsons sjúkuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo