Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Sunda kommuna: Á setanarløtu hóskvøldið varð avdúkað, at Edmund Joensen fekk heiðurin "ársins herðaklapp 2018" frá Sunda kommunu.

Trivnaðarnevndin hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini. Grundgevingin fyri at geva Edmundi Joensen heiðurin ljóðaði soleiðis:

"Við hesum heiðursbrævi geva vit Edmund Joensen “Ársins herðaklapp” fyri sítt ótroyttiliga arbeiði, at gera Náttúrulundina við Streymin til veruleika."

Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000kr. og gáva úr føroyskum gróti, sum myndar náttúrulundina við Streymin.

Náttúrulundin við Streymin skipar fyri gongutúri í lundini sunnukvøldið 16. september kl.19.30. Eisini verður renning fyri dagstovnabørn í Náttúrulundini seinni í vikuni. 

Tey, sum fyrr hava fingið Ársins Mentanaravrik frá Sunda kommunu eru:

2011 Esmar Dahl
2012 Asfinn Sigvardsen
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
2014 Johannes Johannesen
2015 Nicolina av Kamarinum
2016 Hósvíkar róðrarfelag
2017 Leguhúsið í Nesvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo