Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Bøkur

Edvard Nyholm Debess, sum vit kenna mest frá tónleiki, útvarps- og sjónvarpsarbeiði o.ø. hevur altíð havt stóran tokka til fotografi, og hevur tikið myndir alt lívið.

Hesi seinnu árini hevur hann, við síðuna av sínum yrki í tónleikinum brúkt meira tíð og orku uppá at fotografera.

Í 2014 gav hann út bókina „Kærleiki og Vónir“, um hjúnini Johan og raku Dalsgaard og teirra gerandisdag, og nú tekur hann hendan tráin uppaftur við bókini „Teir og Tær“.

Hesaferð er tað gerandisdagurin hjá samkyndum pørum sum er evnið, og eru tað nú tvey ár síðani at Edvard fór í holt við hesa verkætlan.

Tað er ein sannroynd at opið samkynt parlag ikki er so eyðsýnt í føroysku býar- og bygdarmyndini sum í londinum rundanum okkum, og hesi stríðast eisini áhaldandi fyri at fáa somu rættindum sum aðrir samfelagsborgarar. Hetta seinasta hevur verið sera nógv í andgletti seinastu árini, og tykjist hendan sak nú verða komin á eitt vegamót við samtykt í Løgtinginum.

Ístaðin fyri at vísa á munin millum samkynd og hinskynd, setur Edvard í „Teir og Tær“ eyga á alt tað vit øll hava til felags og at hava ein gerandisdag við t.d. børnum, arbeiði og frítið ikki er tengt at kynsbýtinum í hjúnarlagnum. At tað snýr seg um kærleika og at tvey menniskju er góð við hvønnannan.

Sum Edvard sigur í forðorðinum:

„Eg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt?“

Myndirnar eru svarthvítar og stílmessiga er bókin eitt nátúrligt framhald av fyrru bókini „Kærleiki og Vónir“ – erligar og inniligar myndir av lívinum hjá menniskjum.

Framløga
Framløga av bókini verður í Norðurlandahúsinum, mánadagin 25 juli, kl. 17.00

Edvard Nyholm Debess fer sjálvur at greiða frá verkætlanini og Bogi D. Davidsen fer at siga nøkur orð.

Eisini verður livandi tónleikur á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo