Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Innlendis ítróttur

Føroyar eru við í nýggju altjóða fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2020, har kappast verður í telduspælinum eFootball PES2020.

Talan er eisini um fyrstu FM-kapping í eFótbólti, umframt at fyrstu føroysku eLandsliðsspælararnir skulu finnast, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Kapingin verður skipað sum tvey innleiðandi umfør, og síðani einum finaluumfari. Spælt verður á átta Play Station-básum, sum eru serframleiddir til eFótbóltskappingar.

Fyrra innleiðandi umfarið verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í Saltangará í morgin, leygardagin 23. november, og byrjað verður klokkan 11:00.

Seinna innleiðandi umfarið verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í miðbýnum í Havn týsdagin 26. november. Framvegis er møguleiki at melda til kappingina í Havn. Tilmelding fer fram í Nethandilinum hjá FSF, ella við at trýsta H E R.

Kappingin verður skipað í tveimum aldursbólkum. Í yngra bólkinum kappast tey sum eru 15 ár og yngri, meðan í eldra bólkinum kappast tey, sum eru 16 ár og eldri.

Í yngra aldurbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, meðan í eldra aldursbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, umframt eitt pláss á føroyska eLandsliðnum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2020-undankappingini.

Fýra luttakarar spæla seg víðari úr innleiðandi kappingunum, og beinleiðis í finaluumfarið, sum verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík leygardagin 30. november.

Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Føroya Tele, sum í felag skipa fyri eFótbóltskappingini.

Leikskráin fyri kappingarnar:

16 ár og eldri (kappast um FM og eitt eLandsliðspláss)
15 ár og yngri (kappast um FM)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo