- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Politikkur

- Landskassin hevur skyldu at rinda teimum eftirløn, sum hava verið tænastumenn, løgmenn, landsstýrismenn  ella løgtingsmenn. Somuleiðis hevur landskassin partvísa/fulla eftirlønarskyldu fyri lærarar í fólkaskúlanum, á Sernámsdeplinum, í Adventistaskúlanum, teknisku skúlunum, handilsskúlunum, Føroya læraraskúla og pedagogum á forsorgarstovnum, umframt á øðrum økjum, sum landið hevur yvirtikið frá donskum myndugleikum.

- Gjaldstovan hevur seinastu árini skrásett allar tænastumannaeftirlønarskyldurnar og fekk fyri nøkrum árum síðani aktuar at meta um, hvat tað hevði kostað, hevði landið keypt seg leyst frá skylduni í sambandi við tænastumannaeftirlønir. Til landsroknskapin fyri 2016 er skyldan roknað aftur. Metta virðið á skylduni er hækkað nógv síðstu árini, hóast færri og færri tænastumenn eru í starvi.

- Hækkingin kemur av, at rentan er lækkað nógv, og livialdurin er hækkaður nógv. Eftirlønarskyldan hjá landskassanum mótvegis løgtingsmonnum og landsstýrismonnum er hækkað lutfalsliga mest. Sundurgreinaða skyldan hjá landskassanum er víst í talvu á bls. 250 í landsroknskapinum fyri 2016.

- Samanlagda virðið á skylduni hjá landskassanum er mett til 4.979 mió. kr. í sambandi við landsroknskapin fyri 2016.

- Metta virðið á skylduni hjá landskassanum í sambandi við tænastumannaeftirlønir broytist støðugt og alt eftir, hvussu rentustøðið, livialdur og talið á tænastumonnum broytast. Tí er torført at meta um, hvussu gongdin í virðinum á samanløgdu skylduni hjá landskassanum verður næstu árini. Tó er sannlíkt, at virðið fer at lækka nakað, sum frálíður, og so hvørt sum færri tænastumenn vera frameftir.

- Í tann mun rentulækkingar koma fyri næstu árini og í tann mun livialdurin framhaldandi hækkar næstu árini, fara hesi viðurskiftini í sjálvum sær at gera, at metta virðið á eftirlønarskylduni hjá landskassanum mótvegis tænastumonnum hækkar.

Les spurningar og svar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo