Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Landsgrannskoðanin: Undir brotinum Eftirlønarskyldur landskassans, skrivar Landsgrannskoðanin í ársfrágreiðingini fyri 2018, at Gjaldstovan hevur seinastu árini skrásett allar tænastumannaeftirlønarskyldurnar, og fekk fyri nøkrum árum síðani aktuar at meta um, hvat tað hevði kostað, hevði landið keypt seg leyst frá skyldunum.

Skyldan hjá landskassanum verður roknað av nýggjum 3. hvørt ár. 
 
Í landsroknskapinum 2015 varð kunnað um, at nettoskylda landskassans var mett til um 3,3 mia.kr.  
 
Tænastumannaeftirlønarskyldurnar vórðu roknaðar aftur fyri roknskapin 2016.

Síðani skyldurnar seinast vórðu roknaðar, var talið av tænastumonnum í starvi lækkað. Rentan var lækkað nógv, og livialdurin var hækkaður nógv. Skyldan viðvíkjandi løgtingsmonnum og landsstýrismonnum var hækkað lutfalsliga mest.
 
Sambært landsroknskapinum 2018 var samlaða eftirlønarskyldan hjá landskassanum í 2016 slakar 5 mia.kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo