Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope
Útlendis ítróttur

Í einari samrøðu við FullTimeDevils heitir Manchester United legendan Eric Cantona nú á Jose Mourinho, venjaran hjá Manchester United, um at vera trúgvari ímóti samleikanum hjá felagnum og spæla meira ekspressivt.

Í hesari samrøðuni sigur 50 ára gamli Cantona, sum spældi við United frá 1992-97, millum annað, at...:

- United spæla altíð góðan fótbólt. Sjálvt í tíðini hjá Busby var tað filosofiin hjá felagnum at spæla kreativt við nógvum avleveringum og flytingum.

- Mourinho fer at vinna nógv við United, men eg fyritrekki ein meira vakran og kreativan máta at spæla uppá. Tað var tí, eg elskaði at spæla fyri United.

- Eg elski Mourinho. Tað er bara tað, at eg fyritrekki, at tað er meira framatrættað, av tí at tað er United. Um Barcelona hevði spælt verjukent, so hevði eingin skilt tað. Í United er álopskendi samleikin sera sterkur, og beint nú er spælistílurin hjá liðnum eitt sindur trupul at skilja. Men eg haldi, at Mourinho fer at vinna við teimum.

Sí alla samrøðuna her.

Mourinho vann Europa League og League Cup við United í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo