Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Kona mín er filippini, og dótturin er sostatt hálvur filippini og hálvur føroyingur.

Eg eri púrasta paff av teimum, sum siga seg vilja verja minnilutar, og alt annað tey finna uppá fyri at tykjast góð.

Hvørki eg ella kona mín hava hugsað um, at úttalilsini hjá Óla Breckmann niðurgera hana ella okkara dóttir.

Hinvegin eri eg sera harmur um, at hasi sum hava átikið sær at ”verja” m.o. dóttir mína, brúka hana í sínum politiska spæli.

Í besta føri brúka tey konu og dóttir mína politiskt – enn verri, so vil eg pástanda, at tey sjálvi eru rasistar.

Hetta tí at tey meta seg at vera betri ment, at ”verja” øll onnur sum ikki eru hvít.

Harvið vilja tey vísa, at tey vilja ”hjálpa” hesum minni mentu neyðardýrunum, tí tey ikki eru før fyri at hjálpa sær sjálv.

At føroyskir sosialistar hata Óla Breckmann er gamalt, og at tey brúka almennar miðlar, er líka so gamalt.

Eg vil tó frábiðja mær, at tey brúka mína familju í síni hatursherferð móti einum vinmanni.

Gunnar Isholm Simonsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo