Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Eg trúgvi sum eg trúgvi og tað er Bíbliuni frá permu til permu, eg eri rúmligur yvirfyri øllum menniskjum og elski hvønn einstakan innarliga av hjarta, vildi aldri gjørt nøkrum nakað ónt, men eg komi ALDRI at kitla nakran í oyruni og vera rúmligur yvir fyri synd/girnd, heldur ikki tí synd, sum er í mínum egna lívið – og sum eg berjist ímóti dagliga!

Tá eg geri nakað sjálvur, sum er skeivt, so koyri eg ikki út yvir tað, fyri at grava tað niður, eg eri heldur ikki rúmligur yvir fyri tí, sum eg geri skeivt, nei eg vátti tað fyri Gudi og menniskjum og geri mítt besta, fyri ikki at gera tað aftur.

Jesus kom í hendan heim, at keypa okkum leys frá synd og banninum, sum var í lógini, við sjálvur at bera, baði syndina og bannið uppá træi og doyggja fyri okkum, vit skulu tí ikki liva í tí meir, men vit skulu liva í Jesusi, sum jú eigur okkum.

At boyggja heimsins og nátur lógir, og bruka orð sum “Gay er ok” ella “at vera rúmligur” ella “tit skulu ikki døma” ella “Jesus drakk sjálvur vín” ella “øll synda” ella “tann sum syndafríur er, hann kasti fyrsta steinin” o.s.fr. er at skjóta so langt við síðurnar av málinum, sum man yvirhøvur kann gera.

Sex er ikki kærleiki, men ein girnd, sum er løgd niður í okkum, fyri at vit skulu gera fleiri menniskju og tað er heilt náttúruligt at hava sex innan hjúnabandið, havi eg so feila her? Ja, men eg koyri ikki útyvir tað og sigi at tað er í lagið, men eg gangi í meg sjálvan og biðji um fyrigeving....

Kærleiki er nakað man bevíst velur til/frá, man velur at elska ella at hata!

Forelskilsi er ikki kærleiki, nøkur eru forelska alt lívið og onnur eru forelska, í eina styttri ella longri tíð, og so tá forelskilsi er av, so halda fleiri at hettar var tað, vit elska ikki hvønn annan meira. Men tað er tá í kærleikin kemur inn í myndina, tí kærleikin er nakað man bevíst velur.

Tá so onkur heldur at kærleikin og forelskilsi er tað sama, so velja tey sum oftast, at fara hvør frá øðrum og so hoppa tey uppá aftur næsta forelskilsis toki, bara til at finna út av at tað steðgar við næstu statión, og so gera tey alla rulluna umaftur.

Vit skulu ikki liva út frá okkara sál (kenslum og følilsi), tí kenslur og følilsi broytast alla tí, vit skulu liva út frá teimum Gudgivnu rættningslinjum, sum Hann hevur givið okkum, tí Hann veit nógv betri enn nakar av okkum, hvat er gott fyri okkum og hvat er ringt fyri okkum.

At ein kvinna/kvinna og maður/maður hava sex, letur upp fyri eini girnd (ikki kærleika), sum er ring at stýra, tí kvinnur hava tað sama millum beinini og menn hava eisini tað sama millum beinini og kunnu tilfresstilla girndina í kjøtinum uppá ein máta, sum tað mótsetta kynið ikki kann, men tað ger tað ikki rætt fyri tí...!

Læti vera, við at læta upp fyri hesi girnd í tykkara livi, tí tað er ógvuliga torført at sleppa av við hana aftur.

Við ynski um, at vit øll taka móti Jesusi, sum Kristus og møtast heima í Himli ein dag

Ragnheðin Ryggstein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo