Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Deiligt við einum frídegi.

Tú fært tíð at gera tað tú ikki náddi gerandisdagar og grunda yvir tingini.

Eg setti ovnin á sjálvreins frá morgunstundini og fór mær ein langan gongutúr í turra og stilla veðrinum.

Eg frøðist yvir góðu gongdina í samfelagnum.

Tað gongur væl í alivinnuni, tí vit fingu góðar karmar fyri hana aftaná aldarskiftið og pelagiska vinnan gongur enn betur aftaná stríðið hjá Jacob Vestergaard við Mariu Damanaki.

Og ferðavinnan er við at taka seg ordiliga upp aftaná at Landsstýrið í nógv ár hevur havt fokus á hesa vinnuna.

Ja, sum heild gongur bara væl og vit gera íløgur sum ongantíð áður.

Treyðugt so at tað er okkurt sum órógvar meg.

Tað er millum annað ovurhonds stóri vøksturin í almennu umsitingini.

Hon er vaksin so nógv og fingið so nógv vald, at hon minnir nógv um ovnin hjá mær.

Hon er vorðin sjálvreinsandi.

Vit minnast málið hjá Sirið Stenberg og nú hava vit málið hjá Høgna Hoydal.

Sjálvt eg havi fingið við, at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum varð ávaraður við uppriti og telduposti um, at Fiskimálaráðið ikki fylgdi niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni, tí Løgtingsins Umboðsmaður í desember 2014 staðfesti, at tað ikki var loyvt at flyta veiðiloyvi frá línuskipum á skip, sum høvdu verið ídnaðarskip.

Hetta helt landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vera sera álvarssamt brot, tá undanfarni landsstýrismaður umsat økið.

Kanningarstjórin, sum varð sett at kanna Høgna Hoydal, skrivar soleiðis á síðu 14 í síni frágreiðing:

”Hóast eg sjálv meti, at talan er um eina greiða ávaring, so havi eg onga orsøk at trúgva, at landsstýrismaðurin ikki sigur sannleikan, tá hann sigur seg ikki hava skilt uppritið og teldubrævið soleiðis.”

Landstýrismaðurin setti kanningarstjóran í bólkin, sum skuldi siga honum, hvussu fiskivinnan skuldi nýskipast. Tá lurtaði landstýrismaðurin ikki eftir vinnuni, fakfeløgum og øðrum sakkunnleika, tí hann visti alt betur.

Og nú sigur hann seg ikki skilja upprit og teldupost.

Og hesum trýr kanningarstjórin, hóast hon metir, at landsstýrismaðurin fekk eina greiða ávaring og hevur prógv fyri tí.

Og eg lærdi nakað nýtt um jura, tí kanningarstjórin byggir niðurstøðuna á trúgv á landsstýrismannin.

Landsstýrismaðurin setti kanningarstjórin í bólkin, sum skuldi siga honum, hvussu fiskivinnan skuldi nýskipast.

Løgtingsformaðurin úr Tjóðveldi setti kanningarstjóran at kanna landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sum er formaður í Tjóðveldi.

Og hokus pokus vit hava fingið eina sjálvreinsandi skipan.

Eg fegnist um góðu gongdina í samfelagnum, sum eg eisini nýti ágóðan av.

Eg fegnist um mín sjálvreinsandi ovn.

Men eg fegnist ikki um at vit hava fingið eina sjálvreinsandi landsumsiting.

Undrandi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo