Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Eg havi nú fingið svar frá kommunala eftirlitinum viðvíkjani kæru um býráðsfundin í november, tá eg varð koyrdur úr øllum nevndum. Eg meti, at eg havi fingið viðhald í øllum punktum. Tó vildi kommunala eftirlitið ikki ógilda fundarsamtyktina, tí at kommunustýrið kann jú halda ein fund, sum er lógliga fráboðaður og síðan skriva tað, sum hendur á fundinum í gerðabókina og samtykkja
tað, sum teir á órættan hátt samtyktu í november.

Niðurstøðan hjá kommunala eftirlitinum er hendan: Soleiðis sum málið er lýst, metir Heilsu- og
innlendismálaráðið, at tað hevði verið rættast, um tað stóð í gerðabókini, hvørjar nevndir talan var um og at talan var um val til allar nevndarsessirnar.

Harafturat metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at tað hevði verið rættast at skriva varð í gerðabókina, at atkvøðugreiðsla fór fram um at fáa málið á skrá til fundin. Heilsu- og innlendismálaráðið ger tó ikki meir við málið, vísandi til, at hetta eru formlig mistøk, sum ikki høvdu ávirkað samtyktina. Í brævinum hjá kommunala eftirlitinum stendur eisini: Kommunan hevur greitt frá, at allir kommunustýrislimirnir atkvøddu fyri, at eitt brádliga ákomið mál, sum ikki stóð á skránni, kundi viðgerast fyrst á kommunustýrisfundinum. Hinvegin stendur einki í gerðabókini hesum viðvíkjandi. Hetta er ikki rætt, og tað vita bæði áhoyrarar og kommunustýrislimir (mín viðmerking). Síðan heldur brævið hjá kommunala eftirltinum áfram: Vísandi til, at tað ikki er ein gildistreyt fyri einari samtykt á kommunustýrisfundi, at samtyktin er førd í gerðabókina, so ger Heilsu- og innlendismálaráðið ikki meir við málið.

Tá tað er sagt, so fer Heilsu- og innlendismálaráðið at heita á Runavíkar kommunu, um at bera so í bandi, at slíkar samtyktir framyvir verða førdar í gerðabók. Sum tit síggja, so hevur gerðabókin óalmindiliga lítið virði (mín viðmerking). Hetta til kunning til øll, sum hava áhuga í málinum. Eg vil somuleiðis takka fyri stóra stuðulin frá fólki í allari kommununi. Eg fari framhaldandi at royna mítt besta fyri at rætta mannagongdir í kommununi.

Jomhard Danielsen
Býráðlimur
Runavíkar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo