Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: - Eg ætli mær omanaftur á Vaglið at síggja, tá nýggja kioskin er komin upp at standa, sigur Asta Jacobsen, sum fyri stuttum er flutt inn á Lágargarð at búgva. Asta fegnaðist um, at ein roynd verður gjørd at endurskapa gomlu kioskina.

Asta fekk eisini høvið at heilsa uppá borgarstjóran Anniku Olsen, sum hevði blómur við til Astu. Tær báðar hava eina serliga søgu, tí Asta var fyrsta menniskja, Annika sá, tá hon varð fødd. Asta og mamma Anniku lógu á somu stovu, tá tær fingu ávíkavist Mariannu og Anniku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo