Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Politikkur

Vit hava havt nógv skilafólk til formenn í Búskaparráðnum: Sverri Hansen, Thomas Dam, Jørn Astrup, Johnny Í Grótinum, Hermann Oskarsson, Bjarni Olsen (og nokk onkran annan, sum eg ikki komi í tankar um). Og nú er so ein nýggjur, sum eitur Djóni Højgaard. 

Sum formenn í búskaparráðnum, umboða hesir sín fakliga førleika sum búskaparfrøðingar. Men vit vita eisini væl, at hesir hava havt ymisk sjónarmið til politikk og til politiskar flokkar. Onkran kanst tú sikkurt plasera sum tjóðveldismann, onkran annan sum sambandsmann, fólkafloksmann, javnaðarmann osfr.

Landið er so mikið lítið, at tað ber ikki til, ikki at vita á leið, hvar so væl lærd og framstandandi fólk standa politiskt. Og friður verið við tí. Men tað sum harmar meg, er tá ið eg síggi at m.a. Helgi Abrahamsen bjóðar nýggja formanninum vælkomnum í formanssessin við at skjóta hansara fakliga førleika niður, áðrenn hann hevur fingið fótin fyri seg sum formaður. 

Havi júst verið til sokallað Seturskjak í Sjóvinnuhúsinum, har evnið m.a. var Fakenews. Heimkomin síggi eg, at Helgi hevur lagt eina mynd út á facebook av nýsetta formanninum, har hesin sum blaðungur heldur einum skelti við áskriftinum “Eg mótmæli hækkan av blokkinum”. Boðskapurin er týðiligur: Formaðurin kann ikki brúkast, tí hann einaferð helt tað verða skeivt at hækka blokkin.

Ein trupulleiki við at fakenews ofta ikki verður rættað, er m.a., at tey, sum hava eina fakliga vitan ofta lata verða við at siga sína meining, tí tey verða skotin niður og sett í bás, um tey ditta sær at taka lut í einum politiskum kjaki. Tá ið so enntá næstformaður fyri ein av teimum størstu flokkunum gongur á odda við slíkari niðurgering av fakfólki, so hevur fakenews frítt spæl. Fakfólk, sum kunnu koma við fakligum íkasti til kjakið, lata jú bara vera við at úttala seg, av ótta fyri at verða sett í bás politiskt. Hesaferð av einum politiskum næstformanni. 

Tað er ikki gott!

Annita á Fríðriksmørk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo