Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú eri eg ikki fiskimaður, men kona ein fiskimann sum hevur roynt at fingið endarnar at røkka saman, tó at tað hevur verið eitt baks.

Og vit bæði vóru eisini tikin av vindinum undan valinum, hesum fríska tjóðveldisvindi sum hevði blást í nøkur ár um, at vit øll eiga “fólksins ogn” og at vit øll skulu sleppa framat fólksins ogn.

Fráboðað hevði verið av formanninum undan valinum, at tað vóru nøkur rovdjór og bandittar sum sótu á øllum, men nú skuldi vend koma í, fekk Tjóðveldi leiðsluna.

Nú skuldu øll sleppa framat tilfeinginum.

Og vit bæði, maðurin og eg, sóu gullfiskar fyri okkum, og kanska eitt summarhús á Langeland í Danmark ella í Leynum, tí nú fóru vit at fáa nógvar pengar burturúr fólksins ogn, og ein størri part av hesi gyltu køkuni.

Jú, jú, eg meini tað.

Býtt vóru vit bæði at trúgva hesum romantiska og tóma tosinum.

Tað síggja vit nú.

Tí tað sum veruliga er hent er, at tey sum vóru væl fyri, eru bara uppaftur betri fyri nú, og tann minni menti, er verri fyri.

Tjóðveldi hevur snøgt sagt tikið frá tí fátæka, um vit kunnu brúka tað orðið, og givið til tann ríka.

Øvugt av Robin Hood.

Eg skilji einki av tí heila.

Reiðara frúa

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo